Fíggjarligur stuðul til OM kann latast á konto hjá OM Føroyum, í Eik, konto nr. 9181-426.219.2.
Um stuðulin er til eitt ávíst arbeiði ella ein ávísan persón, mást tú minnast til at viðmerkja, hvørjum tú ynskir at stuðla!
Eru ivamál hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at spyrja teg fyri hjá onkrum av OM umboðunum.
Bønarstuðul er eins umráðandi og fíggjarstuðul. Í tí sambandi eru vit farin undir aftur blaðútgávu.
Vit vóru spurgd um at skriva nakrar síður til sendiboðið og tí tóku vit av. Vónandi taka tit eisini væl ímóti hesi blaðútgávuni og verður hon til signing fyri bæði okkum, sum heima eru og ikki minst fyri tey, ið eru úti á akrinum.
OM hevur eisini regluliga ein teig við bønarevnum í mánaðarligu Bønarløtuni, sum KBS gevur út.
Tey flestu, ið eru úti við OM, skriva eisini av og á bønarbrøv, so væl skuldi ligið fyri at fylgt við og stuðla verkinum í bøn.
...if you never go, you'll never know.... Far! Royn og sanna tað!