MV Logos Hope

 

Logos Hope liggur í Kiel í Týsklandi, ætlanin er at fara í dokk í Svøríki nakað skjótt og síðani til Danmarkar at liggja.

 

Sí heimasíðuna: logoshope.org

 

 

Grein úr "Sendiboðið" frá 2007:

 

Flaggskip føroyinga

Føroyingar hava keypt og latið byggja sera nógv skip gjøgnum árini. Eitt av hesum skipunum var Gustav Vasa, sum bleiv keypt til Føroya úr Svøríki í 1983. Flest øll hava vit siglt, upp til fleiri ferðir, við skipinum sum kom at eita Norrøna. Flestu føroyingar munnu eisini stoltir hava roknað skipið sum okkara flaggskip. Eisini áttu nógvir føroyingar ein part (partabrøv) í skipinum.

 

Flaggskipið við nýggjum navni
Tað eru nú longu næstan 3 ár liðin síðan, at OM Ships International keypti Norrøna I frá Smyril Line.
Mangir føroyingar vóru sera spentir uppá hetta skipakeypið og vóru eisini glað fyri, at okkara flagskip, framyvir skuldi nýtast í eini slíkari tænastu, sum henni hjá OM skipunum. Og sjálvt um fíggjarviðurskiftini nú eru munandi øðrvísi, enn tá skipið var í vinnuligari sigling, so eru vit mong, ið halda okkum eiga ein part í skipinum og tí tænastu, sum tað skal nýtast til.
Tó at skipið neyvan verður líka ofta at síggja í Føroyum sum áður, so siglir skipið enn undir føroyskum flaggi, heimahoyrandi í Tórshavn. Umframt nógv annað, so inniber hetta, at vera undir føroyskum flaggi, at hvønn dag fer vakra flagg okkara Merkið at veitra á Logos Hope.

Føroyingar og Merkið

Ein flótandi sendistova
Ymsar hendingar og einstaklingar hava í ávísan mun sett Føroyar á heimskortið, kanska serliga innan ítrótt. Men tað er tó ein sannroynd, at flestu íbúgvar heimsins vita so gott sum einki, fyri ikki at siga als einki, um Føroyar.
Samstundis sum vit tey seinnu árini hava fingið nakrar føroyskar sendistovur úti í heimi, so verður Logos Hope so avgjørt ein flótandi “sendistova” fyri Føroyar. Ikki tí at landstýrið hevur sendimann umborð, men tí at hetta skipið fer at sigla Merkið frá havn til havn og frá landi til land. Og allastaðni har skipið kemur til bryggju fara fólk at spyrja um flaggið og hvar hetta serliga skipið er heimahoyrandi. Og tá slepst neyvan undan einum lítlum landalæru tíma, um tær 18 oyggjarnar í Norðuratlantshavinum. Og við føroyingum umborð, verður tjóðbúni okkara og annað úr føroyum ikki óvanligt at síggja umborð og til eitt nú “altjóða kvøld” ymsastaðni í landi.
Vit í OM Føroyum vóna at føroyingar framyvir stoltir fara at rokna Logos Hope sum okkara flaggskip. Og vit eru sannførd um at skipið verður eitt virðiligt umboð fyri Føroyar og føroyingar kring allan knøttin. Hvør veit um Logos Hope ikki verður bæði størsta og besta sendistova vit nakrantíð fáa...?

Tíðarætlanir broytast
Tað er eingin loyna, at tíðarætlanin fyri Logos Hope er broytt rættuliga ofta. Helst eru vit fleiri, ið eru farin at ótolnast eftir, hvat verður av hesum skipinum, sum vit hava hoyrt so nógv um og glett okkum so nógv til at síggja. Summi hava kanska mist geistin og vónina um at fáa skipið liðugt, men vit sum royna at fylgja við í verkinum eru tó enn sera spent uppá, at skipið fer úr Trogir í Kroatia og siglir til Bremen í Týsklandi, har tað skal gerast liðugt.
Ætlanin var at skipið skuldi sigla til Týsklands áðrenn árslok 2006, men nú hava vit longu lært okkum við at skriva 2007 og enn verður arbeitt uppá skipið niðri í Kroatia.
Uttan at hanga undirritaða uppá tað, so verður nú roknað við, at skipið siglir úr Kroatia einaferð seinni í vár.


 

“Her hendir ov nógv positivt, til at byrja at verða negativur. Vit hava fingið eitt gott skip og eina góða skipasmiðju”! Johannes Thomsen (DK) tekniskur leiðari Logos Hope

 

Gallan

 

 

Liðug kahútt

Arbeiðið gongur framá
Sjálvt um arbeiðið er seinkað, so er nú komið nokkso væl áleiðis. Til dømis kann nevnast, at kahyttirnar har frammi og skúlin har afturi á Dekki 8 eru komin so mikið áleiðis, at tey nú verða kannað av eftirlitinum.
Nógvar kahyttir á Dekki 5 eru læstar av, og mangla nú bara at fáa instalera innbúgv.
Á Dekki 6 er gallan komin væl áleiðis at flísar verða lagdar har. Upp undir dekkið og á skottini (veggirnar) verður klætt við rustfríum stáli og er hetta arbeiði eisini næstan liðugt.
Á Dekki 3 eru einir ¾ av kahúttum o.s.fr. liðug.
Á Dekki 4, sum verður bókasøla og annað til tey vitjandi er “Maxi-cement” lagt út fyri at gera klárt til gólválegging.
Bjargingarbátarnir eru komnir á síni pláss, eins og tveir nýggir “MOB” bátar eru fingnir til vega og monteraðir.
Nøkur arbeiðir, ið ikki vóru við í teimum fyrstu ætlanunum, eru eisini gjørd. M.a. bleiv skipið sandblást og málað av nýggjum.

Heilsumiðstøðin

 

Lækna og tannlæknastovan
Lækna og tannlæknastovan umborð er eisini byrjað at taka skap. Tá hon er liðug, skal hon veita manningini alla tað heilsuhjálp, ið tørvur vanliga er á. Vit kunnu kanska kalla hetta fyri eitt sjúkrahús ella eina heilsu-miðstøð.
Umframt at verða ein heilsumiðstøð fyri manningina, er eisini ætlanin at tey, ið starvast innan heilsuøkið umborð skulu vera før fyri at veita grundleggjandi heilsuhjálp, heilsu vegleiðing og upplæring til lokal fólk, sum ikki eru so væl fyri, í ymsum havnum, sum Logos Hope kemur at vitja.

Nautisk útgerð

 

Arbeiði á brúnni
Krøvini til trygd á sjónum eru nógv herd tey síðstu árini og er hetta nakað, ið fyllir nógv í arbeiðinum hjá OM skipunum, sum jú eru ferðafólkaskip og tískil skulu uppfylla hægstu altjóða trygdarkrøv.
Eitt stórt arbeiði er lagt í at fáa brúnna nýtímansgjørda bæði fyri at uppfylla krøvini, og tí at nakað av útgerðini var gomul og ótíðarhóskandi. Allir káplar eru lagdir av nýggjum og alt innan á brúnni er so at siga nýtt.
Hesum arbeiðinum hava føroyingar havt sín stóra lut í. Eyðun C. Joensen og aðrir hava hjálpt til við hesum og nú er tað arbeiðið so gott sum liðugt.

 

Kahútt

Radiorúmið

Á brúnni

Kom og hjálp til
Sjálvt um vit nú byrja at síggja framgongd og ymisk arbeiðir eru liðug, so er enn stórur tørvur á fólki at hjálpa til umborð. Eg vil tí enn einaferð minna á hendan tørv.
Tørvurin er altíð stórur á maskinmonnum og stýrimonum, fulltiknum dekkarum, handverkarum av ymsum slag, og røskum arbeiðsmonnum og - kvinnum.
Hevur tú hug at hjálpa til, ert tú vælkomin at skriva til info(kurla)fo.om.org ella ringja til OM Føroyar á tlf. 31 og 518850

Karl Robert Vang, Logos Hope umboðsmaður

copyright 2004