Example text max width 750px

Kom við til TeenStreet.

Smakkið, og síggið, at HARRIN er góður!

Startsíða
Global Challenge
Global Action
Teenstreet
Tilmelding
Hjálparfólk
Liðleiðari
Søgan
Legan
Undirvísing
Samband
Slóðir
Skipini
Føroyingar við OM
OM Føroyar
Stuðul


Okkum tørvar liðleiðarar og hjálparfólk.




Hevur tú møguleika at verða bólkaleiðari á TeenStreet leguni í ár?

Kanska hevur tú longu avgjørt at koma við tínum egna lítla liði, og ynskir at vera teirra liðileiðari. Ella tú ert til reiðar at verða leiðari og fáa eitt lið tillutaðan. Vit ynskja at takka tær fyri, at tú umhugsar at átaka tær henda leiklut á TeenStreet leguni í ár.


Hvør er uppgávan?

Hjá einum liðleiðara er neyðugt at leiða, stuðla og skapa samband við tannáring-arnar í sínum liði. Ein gentuleiðari hevur ábyrgdina av 6 gentum, ein dreingjaleiðari av 6 dreingjum. Vegna ta stóru ábyrgd, ið tú fært av hesum tannáringum, er best, at tú ert minst 21 ár.


 

Hvørjum leita vit eftir?

Ein liðleiðari skal:

  • Hava veruligt samfelag við Harran Jesus og avspegla tað í gerandisdegi sínum.
  • Hava góðan moral og lívstíl, sum sømir seg einum trúgvandi.
  • Dáma væl at arbeiða við menniskjum.
  • Vera virkin í einari samkomu.
  • Vera opin og ærligur móti sær sjálvum og móti Gudi.
  • Liðleiðari fær hjálp, tá ið tørvur er á tí. Eitt “M&M-par”, stuðlar leiðaranum soleiðis at man ikki er einsamallur/einsamøll um at hava tamarhald á børnunum, um tað skuldi hent seg, at tað verður í so rokaligt í bólkinum.


Ábyrgdarøkir:
Á TeenStreet leguni skal hvør einstakur liðleiðari:

  • Verða vinur hjá hvørjum einstøkum tannáringi í bólkinum.
  • Sova saman við sínum bólki.
  • Tryggja, at tannáringarnir koma rættstundis upp á morgni, og leggjast til ásetta tíð á kvøldi.
  • Tryggja, at tannáringarnir luttaka á teimum møtum, sum eru kravd.
  • Hava dagliga andakt við bólkinum.
  • Verða á TeenStreet fyri tannáringanna skuld. Verða ein vaksin vinur, og stuttleikar sær saman við teimum.

Tilmeldingarskjal til liðleiðarar og M&M' her

 

Last updated:
5/16/2008 7:59 AM