Undirvísingin er altíð útfordrandi. Lagt verður upp til at tann-áringar og somuleiðis leiðarar, skulu taka avgerðir, vaksa og fara heimaftur við meir, enn man kom við.

Hóast TeenStreet er í Týsklandi, er høvuðsmálið enskt. Øll møtini, seminarir o.a. eru á enskum. Møtini verða tulkað, og man kan hava oyramikrofonum og hoyra alt á Føroyskum. So av málsligum áðum, skuldi ikki verið neyðugt at setst aftur.
Navnið TeenStreet kann umsetast til Vegur Tannáringanna. Hetta ein lega, sum er ætla tannáringum til uppbygging, har man vil vísa teim ungu á vegin, sum tey eiga at ganga. Endamálið er at hjálpa tannáringum at liva ein glaðan og viðkomandi kristindóm, at vaksa í teirra persónliga vinarlagi við Jesus og avspegla hetta vinarlag í gerandisdegnum. Á leguni eru nógv teenage-rættaði tiltøk, seminar og góð undirvísing. Eisini er ein fjølbroytt seinnaparts- og kvøldarskrá, har m.a. ber til at fara á eitt hav av aktivitetum so sum ítrótt, tónleik, list, drama o.s.fr.
